FM1: Soleiðis vann HB lemjandi stórsigur á AB

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum 11 málunum HB fekk móti AB á Tórsvølli í kvøld

Í kvøld vann HB størsta sigurin teir hava vunnið í bestu fótbóltsdeildini í 49 ár.

Í 1971 taptu uppflytararnir, ÍF 1-14 móti HB á einasta vøllinum sum var í Gundadali tá á døgum. Vøllurin bleiv aftaná 1976 - tá ovari vøllur kom - nevndur "Niðari vøllur".

HB-arnir vóru eirindaleysir og vunnu ein knúsandi 11-0 stórsigur á AB. Longu í steðginum var HB á odda 5-0.

HB – AB 11-0 (5-0)

1-0: Mikkel Dahl (5.)

2-0: Mathias Nygaard (12.)

3-0: Bartal Wardum (24.)

4-0: Mikkel Dahl (35.)

5-0: sjálvmál (45.)

6-0: Mikkel Dahl (48.)

7-0: Dan í Soylu (51,)

8-0: Dan í Soylu (66.)

9-0: Adrian Justinussen (84.)

10-0: Adrian Justinussen (87.)

11-0: Dan í Soylu (89.)

##ms##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum 11 málunum HB skoraði í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

(Hoyr málini: HB-AB 11-0 (5-0))