FM1: Soleiðis vunnu neistamenn seg upp á triðja plássið

(FM1) Hoyr Pætur Barclay hjá StÍF og Hanus Árason hjá Neistanum seta orð á trygga 28-19 (13-9) heimasigurin hjá Neistanum á StÍF

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Tað er í skrivandi stund ikki so stórur spenningur um hvørji fýra lið vinna seg í FM-hálvfinalurnar í Burn mansdeildini.

Aftaná greiða 28-19 sigurin hjá neistamonnum á StÍF í høllini á Hálsi í kvøld eru seks stig frá nummar fimm, Team Klaksvík sum hevur sjey stig upp til KÍF, ið er á fjórða plássi við 13 stigum. Í steðginum vóru neistamenn á odda 13-9.

(Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dystinum)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Pætur Barclay hjá StÍF, ið staðfestir, at teir í StÍF heldur mugu satsa uppá at gera tað væl í Faxe Kondi steypakappingini.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Hanus Árason hjá Neistanum, ið eftir tí Sjúrður hevði talt seg fram til skoraði seks mál fyri Neistan í kvøld. Hanus Árason hevur góðir vónir um, at Neistin kann endurtaka avrikið og eisini fáa tvey stig móti Kyndli sunnudagin klokkan 16. Sjúrður sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71113162595719
 VÍF103142694515
 NEISTIN113323023014
 KÍF123153011413
 TEAM KLAKSVÍK11290322-327
 STÍF12283344-616
 KYNDIL11242295-534

Savnsmynd

(Samrøður: Pætur Barclay og Hanus Árason)