FM1: Sterkt bulgarskt heimalið ræðir ikki Jákup á Borg

(FM1) Hoyr hvat Jákup á Borg hevur at siga eitt lítið samdøgur undan stóru uppgávuni í Europa League undankappingini móti CSKA Sofia

Jákup á Borg er bjartskygdur um, at B36 kann skriva enn meira fótbóltssøgu í Europa League undankappingini

Jákup á Borg er bjartskygdur um, at B36 kann skriva enn meira fótbóltssøgu í Europa League undankappingini

##med2##

CSKA Sofia - gamla felagið hjá herinum í tí kommunistiska Bulgaria. 31 ferðir hava teir verið bulgarskir meistarar, og besti bulgarski spælarin nakrantíð, Hristo Stoichkov eigur ein fjórðing av felagnum. Nú hava teir ein sterkan hóp við spælarum úr 14 ymiskum londum.

Hetta er liðið B36 møtir á útivølli í Bulgaria í annaðkvøld klokkan 18 í triðja undanumfarinum í Europa League.

Men hetta ræðir ikki høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum er bjartskygdur um, at hansara menn aftur fara at fremja eitt roysnið í evropeiskum fótbólti.

- Allir eru klárir, og teir sum kanska hava onkran snudd tora og vilja ikki fortelja mær um tað, tí allir vilja sleppa út at stríðast í annaðkvøld, greiðir Jákup á Borg frá.

Hitalagið í annaðkvøld fer at liggja millum 15 og 20 stig, og tað er nakað sum fer at hóva B36-spælarunum væl, sigur Jákup á Borg.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg fyrr í kvøld.

Jákup á Borg er bjartskygdur um, at B36 kann skriva enn meira fótbóltssøgu í Europa League undankappingini

(Samrøða: Jákup á Borg undan dystinum móti CSKA Sofia)