FM1: Steypafinalistar í hondbóltstímanum

FM1 hitar upp til steypafinalurnar saman við luttakandi leikarum, og gevur teimum eitt seinasta høvi at leggja sálarligt trýst á hvønn annan klokkan 15.00

Agnas Olsen (í gulum) og Marita Mortensen (nr 9) sleppa at leggja trýst á hvørja aðra á FM1 klokkan 15.00

Agnas Olsen (í gulum) og Marita Mortensen (nr 9) sleppa at leggja trýst á hvørja aðra á FM1 klokkan 15.00

Steypafinalurnar um vikuskifti seta sum vera man sín dám á hondbóltstíman á FM1 í dag.

Hondbóltstímin er beinleiðis á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 15.00 eftir tíðindini

Gestir vera leikarar frá teimum fýra finaluliðnum.

Systkini Leivur og Marita Mortensen umboða H71-liðini, Agnas Olsen umboðar VÍF og Bartal Klein Olsen umboðar Kyndil.

Tey fara at minnast aftur á drúgvu stríðini ímillum liðini seinastu árini, og gleða seg til næsta partin í søguni, sum verður skrivaður í morgin.

Vit far at minnast aftur á hvussu VÍF basti H71 í spennandi steypahálvfinalum hjá kvinnum í fjør, meðan menninir sleppa at líta aftur á tvey tey seinastu árini, har Kyndil hevur bast H71 í ávikavist finaluni og hálvfinaluni.

Og so fáa gestirnir ein seinasta møguleika at leggja trýstið á mótstøðuliðið áðrenn finalurnar í Faxe Kondi kappingini í morgin klokkan 13.30 og klokkan 16.00

FM1 hoyrist altíð á netinum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

##med2##

 

 

Agnas Olsen (í gulum) og Marita Mortensen (nr 9) sleppa at leggja trýst á hvørja aðra á FM1 klokkan 15.00

FM1 kann eisini altíð hoyrast á in.fo við at trýsta á FM1-knøttin á yvirlitinum