FM1: StÍF fekk ein góðan javnleik móti Neistanum á útivølli

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Neistanum, Marjun F. Danberg og venjaran hjá StÍF, Jón Rasmussen og viðmerkjaran hjá FM1, Sigrun Mikkelsen seta orð á Neistin-StÍF 20-20 (12-8)

Tað bleiv javnleikur 20-20 millum Neistan og StÍF í dag (Savnsmynd)

Tað bleiv javnleikur 20-20 millum Neistan og StÍF í dag (Savnsmynd)

##med2##

Strandakvinnur gjørdu aftur vart við seg í SMS-deildini í dag. StÍF vitjaði Neistan í høllini á Hálsi í Havn, og tær sluppu aftur skjóta túrin inn á Strendur og Skála við einum góðum stigi aftaná javnleik 20-20. StÍF kom á odda 3-0, men Neistin vendi gongdini til 5-3, og var á odda 12-8 í steðginum. StÍF stríddi seg innaftur í dystin og vann seg uppá javnleik.

Neistin-StÍF 20-20 (12-8)

Toppskjúttar: Haruka Gima (StÍF) 10 mál, Paula Berg (StÍF) 4 mál. Marjun F. Danberg (Neistin) 7 mál, Frida Holm Jacobsen (Neistin) 4 mál.

Dysturin í Vági millum VB og Kyndil endaði við javnleiki 23-23 (14-13). Helga Kjærbo var toppskjútti hjá VB við sjey málum, Vladana Lazendic skoraði seks mál fyri VB. Toppskjútti hjá Kyndli var Nadja Pejovic við 13 málum, Anja Eliasen og Turið Arge Samuelsen skoraðu fýra mál fyri Kyndil. 

KÍ-høllini í Klaksvík vann H71 33-29 (18-15) á Stjørnuni. Jana Mittún var toppskjútti hjá H71 við 14 málum, Maria H. Weyhe skoraði sjey mál fyri H71. Toppskjútti hjá Stjørnuni var Katrin Bertholdsen við átta málum, Iulia Nalivko skoraði sjey mál fyri Stjørnuna.

Kyndil er á odda við 23 stigum, og H71 er nummar tvey við 21 stigum. Neistin hevur 19 stig á triðja plássi, og StÍF er nummar fýra við 14 stigum. VÍF hevur 10 stig á fimta plássi, og VB hevur níggju stig á sætta plássi. Stjørnan er aftast við fýra stigum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum. Sigrun Mikkelsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr tað sum Sigrun Mikkelsen segði í styttri samanumtøku beint aftaná dystin. Sigrun helt seg síggja, at Stina Madsen hjá Neistanum í seinastu atsóknini í dystinum helst átti eitt brotskast.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Marjuna F. Danberg hjá Neistanum, ið iðrar seg um, at Neistin ikki megnaði at halda leiðsluna. Men Marjun staðfestir, at StÍF er eitt gott lið sum ein skal taka í størsta álvara nú.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá StÍF, Jón Rasmussen sum kann staðfesta stóra framgongd í mun til seinasta dyst móti Neistanum, ið StÍF tapti við 12 málum. Jón gleðist um góðu gongdina, men hann slær fast, at tað verður hart stíð at røkka avgerandi fjórða plássinum í SMS-deildini sum gevur pláss í FM-hálvfinalunum.

5) Hoyr longru samanumtøkuna hjá Sjúrði og Sigruni áðrenn sett var til studio í Krosslíð aftur. Neistin hevur fingið tilgongd av Fríðu á Dunga, ið fyribils er komin heimaftur og av Zeljanu Grozdanic, og tær mugu spælast inn áðrenn Neistin fær fulla nyttu av teimum. Annars hevur Sigrun góð orð at bera StÍF, ið ger tað framúr í SMS-deildini nú. 

Tað bleiv javnleikur 20-20 millum Neistan og StÍF í dag (Savnsmynd)

(Samrøður: Marjun F. Danberg og Jón Rasmussen. Samanumtøka: Sigrun Mikkelsen)