FM1: StÍF megnaði ikki at steðga Dánjali Ragnarssyni

(FM1) Hoyr 14-málsskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson og fimmálsskjúttan hjá StÍF, Martin Danielsen seta orð á 35-27 (19-11) sigurin hjá Neistanum

Dánjal Ragnarsson skoraði ikki færri enn 14 mál tá Neistin vann greitt 35-27 (19-11) á StÍF á heimavølli í dag

Dánjal Ragnarsson skoraði ikki færri enn 14 mál tá Neistin vann greitt 35-27 (19-11) á StÍF á heimavølli í dag

##med2##

Neistamenn vunnu seg upp á annað plássið í Okkaradeildini við einum tryggum 35-27 sigri á StÍF í hølini á Hálsi í Havn. Longu í steðginum var Neistin á odda 19-11. 

Dánjal Ragnarsson er í stórformi fyri tíðina. Og í dag skoraði hann ikki færri enn 14 mál fyri Neistan. Jóannes Prestá gjørdist toppskjútti hjá StÍF við seks málum.

Dánjal Ragnarsson staðfesti eisini í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1, at tað er stuttligt hjá honum og liðfeløgunum fyri tíðina, og nú ætla teir at halda fast við gongdina.

Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við fimmmálsskjúttan hjá StÍF, Martin Danielsen sum var sera vónbrotin av, at StÍF ikki kundi avrika betri í einum so týðandi dysti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøður við Dánjal Ragnarsson og Martin Danielsen.

##ms##

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71144033277624
 NEISTIN154053634218
 VÍF154173882918
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510

 

 

Dánjal Ragnarsson skoraði ikki færri enn 14 mál tá Neistin vann greitt 35-27 (19-11) á StÍF á heimavølli í dag

(Samrøður: Dánjal Ragnarsson og Martin Danielsen)