FM1: StÍF søkti VÍF við effektivum skjótálopum

(FM1) Hoyr hvat Agnas Olsen hjá VÍF og Karina Høgnesen høvdu at siga um greiða 28-21 (15-10) sigurin hjá StÍF í Vestmanna

Haruka Gima gekk aftur undan hjá StÍF í kvøld. Hon fekk 10 bóltar í VÍF-málið í kvøld

Haruka Gima gekk aftur undan hjá StÍF í kvøld. Hon fekk 10 bóltar í VÍF-málið í kvøld

##med2##

Kvinnuliðið hjá StÍF stendur við einum sera góðum møguleika at vinna seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini aftaná sannførandi 28-21 sigur á VÍF í Vestmanna í kvøld.

Tað vóru serliga effektivu skjótálopini hjá StÍF sum søktu VÍF.

Áðrenn seinasta umfar hevur Kyndil fýra stig, StÍF og VÍF hava tvey stig hvør, og H71 2 er aftast við ongum stigi. 

Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 StÍF – H71 2

StÍF er risafavorittur til at vinna á H71 2 sunnudagin, og samstundis hevur VÍF ein sera torføran útidyst móti Kyndli, so tað sær bjart út hjá strandakvinnum í løtuni.

VÍF-StÍF 21-28 (10-15)

Toppskjúttar VÍF: Rannvá Olsen 5, Agnas Olsen 5 og Durita C. Jojic 5.

Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 10, Yuka Kuramoto 6, Karina Høgnesen 3 og Poula Berg 3. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá seinastu minuttunum har StÍF fekk sett nakrar kontrabóltar í VÍF-málið. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónsviknan fimmmálsskjútta hjá VÍF, Agnas Olsen sum staðfestir, at tað gjørdist VÍF dýrt, at tær brendu so nógvar málmøguleikar í kvøld.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við fegna trímálsskjúttan hjá StÍF, Karinu Høgnesen sum heldur fyri, at tað er veruliga stuttligt at spæla við StÍF nú, og vónar Karina, at hon og liðfelagarnir kunnu vinna seg í steypafinaluna. Momoko Nakamura í málinum ger veruliga mun, og hevur verið seinasti brikkurin sum skuldi til fyri at fáa StÍF at vinna fleiri dystir greiðir Karina frá. 

 

 

Haruka Gima gekk aftur undan hjá StÍF í kvøld. Hon fekk 10 bóltar í VÍF-málið í kvøld

(Samrøður: Agnas Olsen og Karina Høgnesen)