FM1: Stóra Fótbóltspanelið verður hósdagin

Jákup Ósá og Leivur Frederiksen gjøgnumganga kappingarárið 2019

Mynd: (FM1) Jákup Ósá og Leivur Frederiksen

Mynd: (FM1) Jákup Ósá og Leivur Frederiksen

Í samband við at Fótbóltsgalla 2019 verður hóskvøldið, verður eitt serligt Fótbóltspanel á FM1 hósdagin frá klokkan 15 til 17.

Gestir eru Jákup Ósá, sum rekur Bolt.fo og er ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, og Leivur Frederiksen frá kringvarpinum. Teir fara at gjøgnumganga kappingarárið 2019, har øll feløgini verða viðgjørd.

Eisini fara teir at kunngera hvørja atkvøður teir hava givið til Fótbóltsgalla 2019, og seta ársins lið hjá monnum. Millum annað eru teir báðir ósamdir um hvør er ársins spælari!

Stóra Fótbóltspanelið verður hósdagin frá klokkan 15 til 17. Fótbóltsgalla 2019 verður seinni hóskvøldið og byrjar klokkan 20.30. Sjálvt tiltakið er á Panorama á Hotel Hafnia og er alment.

Mynd: (FM1) Jákup Ósá og Leivur Frederiksen