FM1: Svenski venjarin vann á danska venjaranum

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá NSÍ og HB, svenska Glenn Ståhl og danska Jens Bertel Askou seta orð á dystin NSÍ-HB 2-0

Svenski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl kann stórfegnast um ein góðan heimasigur á oddaliðnum í Betrideildini

Svenski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl kann stórfegnast um ein góðan heimasigur á oddaliðnum í Betrideildini

##med2##

Fótbóltslagið er gott í Runavíkar kommunu í kvøld, og Jonhard og John í "Vespureiðrinum" hjá R7 ergra seg uttan iva, at teirra sending ikki er í morgin heldur enn fyrr í dag aftaná flotta 2-0 sigurin hjá NSÍ á HB við Løkin í Runavík í kvøld.

- Mínir menn vístu sjálvsálit og tordu at spæla og ikki sparka fótbólt. At teir tordu tað – eisini tá ið mótstøðumenninir royndu at pressa teir frammarlaga á vøllinum – hevði avgerandi týdning. Uppsillingin var broytt soleiðis, at vit vóru í 3-4-3 útgávu í staðin fyri 3-5-2. Tað er styrki at vera førur fyri at vera í fleiri útgávum, og mínir menn vístu í kvøld, at hetta megnaðu teir væl, sigur svenski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl.

Spurdur um møguleikan at fáa roynda spælaran Pól Jóhannus Justinussen við aftur í hópin svarar Glenn, at tað hevði verið ein góður styrkur at fingið til hópin, men hann vil ikki seta endalig orð á um NSÍ styrkir seg til tað sum er eftir av kappingini.

- Tað riggaði ikki. Persónlig mistøk í verjupartinum og óneyvar temjingar og skeivar avgerðir, tá ið tað var um at verða vandamikið í álopspartinum bóru við sær, at tað ongantíð varð heilt vandamikið. Tá ið vit so í seinna hálvleiki megnaðu at vinna okkum í tvær góðar støður eftir innlegg úr vinstru, so vardi málverjin hjá teimum meistarliga væl, sigur danski høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Bertel Askou. 

Í øllum mótburðinum sum var við Løkin í Runavík í kvøld dugir Jens Bertil at gleðast um tað, ið nýggi spælarin hjá HB, Mads Bo Mikkelsen vísti tá hann kom inn á vøllin. Jens Bertel kennir Mads frá tíðini í Vendsyssel FF. Mads Bo Mikkelsen er hálvur føroyingur, og hevur spælt fyri føroyska U21-landsliðið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl og Jens Bertel Askou. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum hjá NSÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 2) Hoyr Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur og eitt gott avrik hjá NSÍ, har álopið og Tórður Thomsen í málinum gjørdu tað serliga væl. Teitur Joensen ber uppá mál, at tað kanska kann vera sunt fyri HB at hava tapt ein dyst fyri at stríða seg inn á sigursslóðina aftur. Teitur og Tróndur staðfesta, at nú hava vit eina sera spennandi kapping. 

##med3##

 

 

 

Svenski høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl kann stórfegnast um ein góðan heimasigur á oddaliðnum í Betrideildini

(Samrøður: Glenn Ståhl og Jens Bertil Askou)

Sigursrøðin hjá Danska høvuðsvenjaranum hjá HB, Jens Bertel Askou og hansara monnum var brotin í kvøld