FM1: Tá Klæmint skoraði mál nr. 100, setti málmet og skoraði mál nr. 200

(FM1) Hoyr samrøður og frásagnarbrot í samband við søguligu varðarnar Klæmint setti í 2015, 2018 og 2020

Mynd Tróndur Arge tók av Klæminti Olsen við Løkin í Runavík ígjár

Mynd Tróndur Arge tók av Klæminti Olsen við Løkin í Runavík ígjár

Savnið hjá FM1 á SoundCloud letur eisini upp fyri møguleikanum at fáa fótbóltssøguligar løtur dokumenteraðar fyri eftirtíðina.

##med2##

Hoyr søguligu løturnar og varðarnar sum Klæmint Olsen hevur sett fyri NSÍ og føroyskan fótbólt:

Hoyr 1) Samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint Olsen 18. apríl í 2015, tá Klæmint í 2-1 sigri hjá NSÍ á AB skoraði mál nummar 100 í bestu føroysku fótbóltsdeildini. 2) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann og Helga L. Petersen, viðmerkjara siga frá, og taka samanum søguligu hendingina, tá Klæmint skoraði mál nummar 154 í bestu føroysku fótbóltsdeildini, og tók gamla metið hjá Jákupi á Borg, ið var best áður við 153 málum. Metið var sett ólavsøkuaftan í 2018, tá NSÍ vann 2-0 á HB. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við nýggja metmannin, Klæmint, og við gamla metmannin, Jákup á Borg sum staðfesti eitt uppiborið met til Klæmint. 4) Hoyr Trónd Arge siga frá máli nummar 200 Klæmint skoraði við Løkin í Runavík í dysti móti Skála, ið NSÍ vann 4-1 tann 27. september í 2020. 5) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Klæmint, tá mál nummar 200 var skotið. 6) Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi í sendingini "Triðja Hálvleiki" við formannin í NSÍ, Dánial Hansen um megnaravrikið hjá Klæminti. 7) Hoyr samrøðuna tíðindamaðurin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Klæmint dagin eftir mál nummar 200 var skotið.

(Kelda: FaroeSoccer.com)

 

HER  ber til at hoyra frásagnarbrot og samrøður frá teimum minniligu løtunum í 2015, 2018 og 2020. 

##med3##

Mynd Tróndur Arge tók av Klæminti Olsen við Løkin í Runavík ígjár

Nýggi metmaðurin, Klæmint Olsen við 154 málum, og gamli metmaðurin, Jákup á Borg hittust ólavsøkuaftan í 2018, tá Klæmint hevði tikið metið hjá Jákupi (Savnsmynd: Tróndur Arge)

Tá Klæmint Olsen skoraði mál nummar 100 18. apríl í 2015 (Savnsmynd: nsi.fo)