FM1: Team Rynkeby fegnast um átakið hjá EB/Streymi

(FM1) Hoyr samrøðu við liðleiðaran hjá Team Rynkeby, Rúna Juul og við Fróða Reinert Petersen, formann hjá EB/Streymi um áskoðarainntøkurnar sum fóru til Team Rynkeby

Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi og Rúni Juul, liðleiðari hjá Team Rynkeby (Mynd: Tróndur Arge)

Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi og Rúni Juul, liðleiðari hjá Team Rynkeby (Mynd: Tróndur Arge)

##med2##

Um dysturin EB/Streymur-HB 0-2 (0-2) ikki var tann allarbesti dysturin leikliga, so kundu øll kring vøllin fegnast um eitt gott endamál, ið fekk kærkomnan pening til vega.

Leiðslan í EB/Streymi hevði tikið avgerð um, at allar áskoðarainntøkurnar frá dystinum við Margáir í kvøld skuldu fara óskerdar til Team Rynkeby og teirra innsavning fyri børnum, ið stríðast við krabbamein.

Formaðurin í EB/Streymi, Fróði Reinert Petersen sigur, at EB/Streymur er langt frá tað felagið sum hevur tað størsta inntøkugrundarlagið, men hann og hini í nevndini hildu, at endamálið hjá Team Rynkeby var avgjørt vert at stuðla, og tí valdi tey at lata allar áskoðarainntøkurnar í kvøld til Team Rynkeby.

Rúni Juul, liðleiðari hjá Team Rynkeby sigur, at hann og allar hinar "rynkurnar", sum súkklarnir nevna seg sjálvi eru sera glað og takksom fyri átakið hjá EB/Streymi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Fróða Reinert Petersen og Rúna Juul. 

 

 

Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi og Rúni Juul, liðleiðari hjá Team Rynkeby (Mynd: Tróndur Arge)

(Samrøða: Fróði Reinert Petersen og Rúni Juul)