##med2##
##med3##
Tróndur Arge reikaði fyri tí stóra fótbóltspanelinum á FM1 í dag í samband við, at kappingini í Betrideildini fer í gongd hetta vikuskiftið.
Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: HB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: 07 Vestur-B36
Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-TB
Sunnudagin klokkan 16: B68-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Gestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari.
Jákup og Teitur skuldu meta um tey 10 liðini og tippa endastøður hjá teimum ymisku liðunum. Teir vóru ósamdir um liðini sum teir vænta enda millum nummar trý og nummar 10.
Men teir vóru samdir um at tippa, at KÍ vinnur FM í harðari kapping við HB, ið endar á øðrum plássi.