FM1: Tvingandi neyðugt at KÍ-AB verður avgreiddur sunnudagin

(FM1) Formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter og Agnar Prestá, ítróttarmiðlarmaður hjá portal.fo vóru gestir í Fótbóltspanelinum á FM1

Róin Schrøter er formaður í kappingarnevndini hjá FSF (Savnsmynd)

Róin Schrøter er formaður í kappingarnevndini hjá FSF (Savnsmynd)

##med2##

Á ljóðfiluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.

Umframt, at róð var aftur á ótrúliga avrikið hjá KÍ í Europa League undankappingi, so var eisini ring til formannin í  Róin Schrøter og Agnar Prestá, ítróttarmiðlarmann hjá portal.fo.

Róin Schrøter slær fast, at tað er tað er tvingandi neyðugt fyri at kunna avgreiða kappingina í Betrideildini, at dysturin millum KÍ og AB verður spældur nú sunnudagin, um enn tað ikki er optimalt fyri fyrireikingarnar hjá KÍ til stóra Europa League Play Off dystin móti Dundalk á útivølli komandi hóskvøld. 

Tróndur Arge og Agnar Prestá tóku samanum avrikini hjá KÍ og B36 í Europa League, og Tróndur fekk Agnar at meta um umfarið í Betrideildini hesaferð:

Sunnudagin klokkan 15: KÍ-AB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: NSÍ-Skála

Sunnudagin klokkan 15: TB-Víkingur

Sunnudagin klokkan 16: ÍF-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Mánakvøldið klokkan 19: B36-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Róin Schrøter er formaður í kappingarnevndini hjá FSF (Savnsmynd)

(Fótbóltspanelið 25. september)