FM1: Undansamrøður við Jens Martin og Eyðun Klakstein

(FM1) Hoyr hvat hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen og høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein søgdu undan dystarbyrjan í Sarpugerði

Savnsmynd av Jens Martini Knudsen frá farna kappingarári

Savnsmynd av Jens Martini Knudsen frá farna kappingarári

##med2##

Í hesi løtu sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum millum Víking og NSÍ í Betrideildini hjá monnum. Hanus Jacobsen er viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Undan dystinum prátaði Tróndur við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen og høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.

Báðir undirstrika stóra týdningin ikki at tapa dystin í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar. 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.

Dystirnir eru:

Fríggjakvøld klokkan 19: Víkingur-NSÍ

Leygardagin klokkan 14: B36-Skála

Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ

Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB

Sunnudagin klokkan 15: AB-HB

Klokkan 15.10 í dag verður stórt fótbóltspanel sent úr Sarpugerði í Norðragøtu.

Øll kunnu hoyra beinleiðis frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Savnsmynd av Jens Martini Knudsen frá farna kappingarári

(Undansamrøður við Jens Martin Knudsen og Eyðun Klakstein)