FM1: Útisetar í hondbóltsprátinum í dag

Ringt verður til Danmarkar, Noregs og Íslands á FM1 eftir tíðindini klokkan 15.00

Marianna Geirsdóttir Eystberg umboðar føroyingarnar í AJAX í hondbóltsprátinum á FM1 klokkan 15.00

Marianna Geirsdóttir Eystberg umboðar føroyingarnar í AJAX í hondbóltsprátinum á FM1 klokkan 15.00

Hondbóltsprátið á FM1 verður í dag eftir tíðindini klokkan 15.00.

FM1 fer í dag at spyrja fýra føroyskar hondbóltsleikarar úr fýra ymsum deildum í Norðurlondum um gongdina hesar fyrstu tveir mánaðarnar av kappingarárinum.

Ringt verður til Kjartan Johansen, sum spælir í 1. deild í Noregi og Marionnu Geirsdóttir Eystberg, sum spælir í danska felagnum AJAX saman við tveimum øðrum føroyingum. AJAX spælir í fremstu donsku deildini - HTH-deildini - men føroyingarnir hava higartil spælt við liðnum í aðru deild.

Eisini verður ringt til Áka Egilsnes, sum spælir í fremstu íslendsku deildini - Ólisdeildini og til Teis Horn Rasmussen, sum spælir í donsku 1. deild.

 

 

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg umboðar føroyingarnar í AJAX í hondbóltsprátinum á FM1 klokkan 15.00