FM1: Útvísingin av Símun Rógva fekk stóran týdning

(FM1) Hoyr støðuna tá B36-málverjin bleiv útvístur, og hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík og viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum hálvfinaluna

Víkingur gjørdi í grundini tað sama sum CSKA Sofia gjørdi í summar. Teir sendu B36 út úr Evropa

Víkingur gjørdi í grundini tað sama sum CSKA Sofia gjørdi í summar. Teir sendu B36 út úr Evropa

##med2##

B36 hevði í summar tað besta avrikið nakað føroyskt lið hevur havt í Evropa við at vinna seg tríggjar ferðir víðari, men B36 sleppur ikki út í Evropa komandi summar.

Tað er greitt aftaná 1-2 hálvfinalutapið móti Víkingi við Løkin í Runavík. Víkingur gjørdi í grundini tað sama sum CSKA Sofia gjørdi í summar. Teir sendu B36 út úr Evropa 

Víkingur – B36 2-1 (1-1)

0-1: Alex Mellemgaard br. (22.)

1-1: Jákup Johansen (25.)

2-1: Ari Olsen (67.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1, og viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen siga frá og seta orð á støðuna tá málverjin hjá B36, Símun Rógvi Hansen fekk tað reyða kortið, tá hann tók bóltin uttanfyri brotsteigin.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum staðfestir, at tað fekk sera stóran týdning fyri dystargongdina, at Símun Rógvi var vístur av vøllinum. Dan harmast um, at B36 fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki sleppur at royna seg í B36, men hann minnir á, at felagið er væl konsoliderað, og tolir tí eitt ár uttan evropeiskan fótbólt.

3) Hoyr Teit og Trónd taka samanum hálvfinaluna. Teitur heldur, at talan var um eitt ógvuliga sterkt avrik hjá Víkingi, og megnar Víkingur at endurtaka avrikið í steypafinaluni komandi leygardag, so standa teir ljósabláu við einum góðum møguleika at vinna løgmanssteypið. Teitur metir, at tað er betur hjá Vìkingi at møta NSÍ enn HB, tí Víkingur hevur havt takið móti NSÍ, men hevur havt tað tungt móti HB. Teitur hevur HB sum ein lítlan favoritt til at vinna hálvfinaluna móti NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík í morgin klokkan 15. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen. 

Víkingur gjørdi í grundini tað sama sum CSKA Sofia gjørdi í summar. Teir sendu B36 út úr Evropa

(Hoyr hvussu Símun Rógvi Hansen fekk reytt kort, og hoyr samrøðu við Dan Brimsvík, og samanumtøku hjá Teiti Joensen)