FM1: Venjingarútbúgvingarnar mugu eisini mennast

(FM1) Hoyr tekniska leiðaran hjá FSF, Pætur S. Clementsen og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ skifta orð um fótbóltsvenjaraútbúgvingar

Pætur Smith Clementsen, tekniskur leiðari hjá FSF og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ vitjaðu fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

Pætur Smith Clementsen, tekniskur leiðari hjá FSF og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ vitjaðu fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

##med2##

Í kjalarvørrinum av, at nógv kjak hevur verið í føroyska fótbóltsumhvørvinum um venjingarútbúgvingar, og um hvørt tað er rætt at menn, ið hava eru stór venjaratalent sleppa at vera við til at standa á odda fyri Betrideildarliðum uttan venjingarútbúgvingar, hevði Tróndur Arge fokus á evnið: Fótbóltsvenjaraútbúgvingar.

Allarfyrst í sendingini hoyrdu lurtararnir frá formanninum í Argja Bóltfelag, Marius Thomassen sum greiddi frá leistinum tey í AB hava valt til hetta kappingarárið.

Høvuðsgestirnir hjá Tróndi Arge vóru Pætur Smith Clementsen, tekniskur leiðari hjá FSF og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ. Pætur greiddi fyrst frá um søguna og bakgrundina við venjaraútbúgvingum, ið FSF hevur skipað fyri, og hvussu venjaraútbúgvingarnar verða skipaðar.

Mikkjal Thomassen greiddi fyrst frá hvussu hann hevur nomið útbúgvingar innan venjarayrkið uttanum FSF, serliga í Noregi, og annars hvussu hann leggur aftrat fakliga, ikki minst í samstarvi við kenda danska venjaran, Kasper Hjulmand. 

Høvuðstátturin í sendingini í dag var tá Pætur og Mikkjal kjakaðust. Báðir eru samdir um, at aðalmálið má vera, at menn við venjaraútbúgvingum standa við stýrisvølin. Mikkjal saknar, at FSF er meira sjónligt úti í feløgunum í samband við venjaraútbúgvingar og venjaravirksemið.

Mikkjal heldur, at vit eiga at verða meira offensiv tá tað kemur til skúling og menning av venjarum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra áhugaverdu sendingina Tróndur Arge reikaði fyri. 

##med3##

 

 

Pætur Smith Clementsen, tekniskur leiðari hjá FSF og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ vitjaðu fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin (Mynd: Tróndur Arge)

(Fótbóltspanelið 14. august. Gestir: Pætur S. Clementsen og Mikkjal Thomassen)

Ein samrøða við formannin í AB, Marius Thomassen um venjarastøðuna á Argjum var eisini í sendingini (mynd: ab.fo)