FM1: VÍF fær møguleikan at fullføra annað dusinið við FM-heitum

(FM1) Hoyr hvussu VÍF vann seg í FM-finalurnar, og hoyr Filip Jojic, toppskjútta og John Larsen, venjara seta orð á greiða hálvfinalusigurin á Neistanum

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF í kvøld við átta málum

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF í kvøld við átta málum

##med2##

VÍF hevur í søguni vunnið 23 meistaraheiti í bestu mansdeildini í hondbólti. Nú fáa vestmenningar høvið at fullføra annað dusinið og vinna seg upp á 24 meistaraheiti.

Tað er greitt, at VÍF og H71 hittast í FM-finalunum, ið sambært hsf.fo verða avgreiddar soleiðis: Spælt verður best av fimm dystum. VÍF vann grundspælið og fær tí fimtu finaluna á heimavølli um bæði liðini vinna tvær finalur í part:

Sunnudagin 11. apríl
FM-finala 1

Mikudagin 14. apríl
FM-finala 2

Leygardagin 17. apríl
FM-finala 3

Mikudagin 21. apríl
Møgulig FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Møgulig FM-finala 5

Í kvøld vann VÍF greiðan 28-23 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var VÍF á odda 14-11. Mladen Mjerimacka hevði aftur fleiri stórbjargingar í kvøld, og í hinum endanum skutu Filip Jojic, Sjúrður Olsen og Julian Olsen Neistan í sor.

Neistin-VÍF 23-28 (11-14) - VÍF vinnur hálvfinaluppgerðina 2-0:

Toppskjúttar Neistin: Dánjal Ragnarsson 5, Rasmus Søby 5, Pauli Høj 3 og Tróndur Kragesteen 3.

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 8, Sjúrður Olsen 7, Julian Olsen 6 og Johan í Garðastovu 3.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum og stutt taka samanum dystin. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan toppskjútta hjá VÍF, Filip Jojic sum stórfegnast um fyri fyrstu ferð síðani 2017 at kunna spæla FM-finalu. Nú vónar Filip, at VÍF kann gera sum í 2015 og í 2016 og vinna FM-gullið.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein sera fegnan VÍF-venjara, John Larsen sum serliga fegnast um, at teir í VÍF hava fingið verjuspælið at rigga so væl. John Larsen var skjótur í samrøðuni at senda favoritt-leiklutin yvir til H71. 

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum sum staðfestir, at hann og liðfelagarnir hava havt eina tunga gongd seinastu dystirnar, og teir fingu heldur ikki tingini at rigga í báðum hálvfinalunum, ið teir taptu við 10 og fimm málum. 

 

 

 

 

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF í kvøld við átta málum

(Neistin-VÍF 23-28. Hoyr dystarendan og samrøður við Filip Jojic, John Larsen og Dánjal Ragnarsson)