FM1: VÍF-Neistin klokkan 18 og Skotland-Føroyar klokkan 19.30

Frásøgumenn hjá FM1 vera Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Stórt beinleiðis ítróttarkvøld verður á FM1 í kvøld frá beint áðrenn klokkan 18.

Klokkan 18 byrjar tann fyrsta av møguligum trimum hálvfinalum í Burn Mansdeildini millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101.

Frá klokkan 19.30 verður sjóneykan sett á HM-undankappingardystin millum Skotland og Føroyar, ið byrjar á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow klokkan 19.45.

Tróndur Arge hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.

Samrøður koma út á in.fo seinni í kvøld. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER