##med2##
VÍF vann á steypavinnarunum, H71 og er nú trý stig fremst í Burn Mansdeildini.
VÍF vann 30-27 aftaná H71 hevði verið á odda 14-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki stóð Mladen Mjerimacka væl í VÍF-málinum og hevði eisini brotskastsbjargingar.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil heldur óvæntað 35-32 á Neistanum. Í steðginum var støðan javnleiku 18-18. Hetta kom illa við hjá Neistanum, ið hevði ætla sær at leggja eina frástøðu til KÍF og Team Klaksvík á stigatalvuni. Neistin hevur nú 17 stig, KÍF hevur 15 stig og Team Klaksvík hevur 13 stig.
Mikukvøldið klokkan 20 sigur FM1 beinleiðis frá sera avgerandi dystinum millum KÍF og Team Klaksvík í Burn Mansdeildini.
H71-VÍF 27-30 (14-13)
Toppskjúttar H71: Rúni Vest Højgaard 5 og Peter Krogh 4.
Toppskjúttar VÍF: Sjúrður Olsen 7, Julian Olsen 7, Filip Jojic 5 og Hanus Christophersen 5.
Kyndil-Neistin 35-32 (18-18)
Toppskjúttar Kyndil: Bartal Klein Olsen 11, Anders Risdal 9 og Kristoffur Bjørgvin 8.
Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 13, Karl Martin Olsen 4 og Johannes Bjørgvin 4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum í Hoyvíkshøllini.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Rúna V. Højgaard.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av toppskjúttanum hjá VÍF, Sjúrður Olsen.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF (Eru víðari til hálvfinalurnar) | 15 | 465 | 382 | 83 | 26 |
H71 (Eru víðari til hálvfinalurnar) | 15 | 417 | 360 | 57 | 23 |
NEISTIN | 15 | 444 | 408 | 36 | 17 |
KÍF | 14 | 362 | 354 | 8 | 15 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 417 | 439 | -22 | 13 |
KYNDIL | 16 | 358 | 435 | -77 | 6 |
STÍF | 16 | 389 | 474 | -85 | 6 |