Føroyameistararnir í sóttarhaldi

Alt mansliðið hjá H71 er í sóttarhaldi eftir at ein leikari fekk staðfest koronasmittuna

Fyri einum mánaða síðani fegnaðist H71 um sigur í Faxe Kondi-kappingini. Nú eru leikararnir í sóttarhaldi

Fyri einum mánaða síðani fegnaðist H71 um sigur í Faxe Kondi-kappingini. Nú eru leikararnir í sóttarhaldi

Alt mansliðið hjá H71 er í sóttarhaldi eftir at ein leikari hevur fingið staðfest koronasmittuna.

Tað váttar Anna Dam, forkvinna í H71, fyri in.fo.
Leikarin gjørdist sjúkur mikudagin 11. mars, og tað vísti seg at vera korona.
H71 vandi seinast týskvøldið 10. mars, og allir leikarar, ið høvdu vant ta vikuna eru í sóttarhaldi til 25. mars, sigur forkvinnan, og leggur afturat, at smittaði leikarin er komin fyri seg aftur og hevur tað gott.

Fyri einum mánaða síðani fegnaðist H71 um sigur í Faxe Kondi-kappingini. Nú eru leikararnir í sóttarhaldi