Føroyar á odda

Føroyar á odda ímóti Luksemborg, men tað kundi verið nógv betri

 

Kjartan Johansen og Rói Berg Hansen munnu sita í skiftirúminum og práta um hvussu málverjin hjá Luksemborg skal basast

Kjartan Johansen og Rói Berg Hansen munnu sita í skiftirúminum og práta um hvussu málverjin hjá Luksemborg skal basast

Tað er í løtuni hálvleikur ímillum Føroyar og Luksemborg, og Føroyar eru á odda 11-10.

Les niðanfyri hvussu tíðindafólki hjá in.fo upplivdi fyrra hálvleik:

Hálvleikurin byrjar væl, eftir at Føroyar leggur seg á odda frá byrjan. Teis Horn Rasmussen skjýtur sítt fyrsta landsliðsmál í 4. minutti og leggur Føroyar á odda 2-1.

Minuttir seinni ger hann sama kynstur aftur, tá hann økir um leiðsluna hjá Føroyum til 4-1.

Kjartan Johansen økir til 5-2 í 9. minutti.

Jónas Gunnarsson Djurhuus til 6-2.

Nicklas Selvig til 7-3 í 13. minutti.

Rókur Akralíð økir til 8-3 í 14. minutti og Luksemborg tekur time-out.

Kjartan Johansen til 9-3 í 16. minutti.

Luksemborg minkar um munin til 9-5 í 18. minutti.

Luksemborg brennur brotskastið í 20. minutti.

Føroyar tekur time-out.

Í 24. minutti fer Brandur Halgirsson púra fríður fram og leggur Føroya á odda 10-6.

Nicklas Selvig økir til 11-6 í 25. minutti.

Luksemborg minkar um munin til 11-9 og skjýtur í tómt mál í 27. minutti.

Luksemborg tekur seg inn á Føroyar 11-10 í 29. minutti og hetta verður hálvleiksstøðan.

Fylg stríðnum um seinna hálvleik beinleiðis á FM1 ella á www.midlar.fo

Kjartan Johansen og Rói Berg Hansen munnu sita í skiftirúminum og práta um hvussu málverjin hjá Luksemborg skal basast