Føroyar-Áland 76-35: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1 á OYL) Hoyr Magnus Jakobsen og John Norðbúð Thomsen seta orð á fyrsta kurvabóltssigurin á oyggjaleikum nakrantíð

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

##med2##

Aftaná tvey tepur tap móti Jersey (74-79) og Oynna Wight (44-46) hava Føroyar loksins vunnið ein dyst í kurvabólti á oyggjaleikunum í Gibraltar. Føroyar vunnu sannførandi 76-35 á Álandi. Yngstu leikararnir byrjaðu inni, og teir gjørdu tað sera væl móti Álandi, ið hevur víst seg at verið tað væl veikasta liðið í kappingini.

Føroyar hava kappast á oyggjaleikum í kurvabólti hjá monnum síðani oyggjaleikirnar á Jersey í 2015. Í 2015 og 2017 taptu Føroyar allar dystirnar. Nú er hesin ísurin loksins brotin.

Á ljóðfílini omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr dystarendan av søguliga fyrsta sigrinum. Sjúrður H. Hoydal segði frá. Janus Jakobsen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein glaðan og lættan, Magnus Jakobsen sum loksins kundi gleðast um at verða partur av einum vinnandi føroyskum kurvabóltsliði á oyggjaleikum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Norðbúð Thomsen, ið var glaður fyri endiliga at sleppa at úttala seg sum venjari hjá kurvabóltsliðnum aftaná ein sigur. John Norðbúð Thomsen lat teir yngru spælararnar fáa møguleikan í dag, og hann helt, at teir stóðu seg væl. 

##med3##

 

 

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

(Dystarendin: Fyrsti søguligi sigurin og samrøður við Magnus Jakobsen og John Norðbúð Thomsen)