Føroyar bjóða av álvara av í Kiev

Eftir fyrra hálvleik er Ukraina frammanfyri við tveimum málum

Føroyar og føroyingar arbeiða miðvíst við at menna manslandsliðið í hondbólti, so tað skal standa seg í fremstu røð á altjóða støði.

Í dag fæst at vita, hvussu langt Føroyar eru komnar í hesum høpi.

Føroyar spæla undankappingardyst í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu tað nú skal farast fram, og tað er eingin orsøk hjá føroyingum at hanga við høvdinum.

Støðan í hálvleikinum er 15 – 13 til heimaliðið.

Tað kendist ikki heilt álvuligt, tá ið heimaliðið legði seg framum 7 – 3, men seinna partin av fyrra hálvleiki hevur føroyska liðið av álvara víst, at tað er ført fyri at kappast á hesum støðinum. Verjuspælið er væl skipað, og í álopinum duga føroysku spælararnir at halda høvdið kalt og at spæla skipað álopsspæl, sum ber góðar málmøguleikar við sær.

Síðani Ukraina var frammanfyri 13 – 9, hava tað ongantíð verið meiri enn trý mál á muni, og nú tað er hálvleikt, er støðan 15 – 13.

Føroyskur toppskjútti í fyrra hálvleiki er Kjartan Johansen við fýra málum, Jónas Djurhuus 3 og Peter Krogh hava skorað trý mál.

Hetta er fyrsta ferðin, at Filip Jojic er á føroyska landsliðnum. Hann kom á vøllin miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hann skoraði eitt fínt mál, áðrenn teir fóru at hvíla seg.