Føroyar drógu Litava, Slovakia og Luksemburg

Føroyar fingu heldur truplan bólk í HM-undankappingini

Føroyar fáa trupla mótstøðu í fyrsta partinum av HM-undankappingini

Føroyar fáa trupla mótstøðu í fyrsta partinum av HM-undankappingini

Fyri løtu síðani var drigið lut um bólkarnir til sonevndu 'fasu 1' av undankappingini til HM í Egyptalandi í 2021.

Fasa 1 er fyri tey lond, ið ikki eru partar av EM 2020, og Føroyar fingu ein torføran bólk.

Serliga var tað heldur óheppið at Slovakia kom úr styrkisbólki 2, men samstundis kundi ein gleðast um at sleppa undan Rumenia úr hesum styrkisbólki. Úr styrkisbólki 1 kom Litava, ið eisini er torfør mótstøða, úr skálini. Úr niðasta styrkisbólkinum kom Luksemburg, ið eisini man metast sum væl veikasta liðið  í bólkinum, um vit hyggja eftir úrslitum seinastu árini.

Bert vinnarin av bólkinum spælir seg víðari til næsta part av undankappingini, tá ið allarfremstu evropisku hondbóltstjóðirnar koma uppí.

Dystirnir kunnu antin spælast við at mótstøðuliðini hitta hvørt annað á bæði heima- og útivølli, men eisini er møguleiki fyri at liðini skipa fyri einari innanhýsis kapping á einum stað. Henda loysnin hevur verið vald til seinastu HM-undankapipngar.

Hondbóltssamband Føroya hevur nú fýra vikur at samráðast við hinar tjóðirnar um hvussu skal spælast, og in.fo væntar at dystirnir verða leiktir í januar 2020.

Hesir eru bólkarnir í undankappingini til HM 2021 - fasa 1

 

 

Bólkur 1

Litava

Slovakia

Føroyar

Luksemburg

 

Bólkur 2

Ísrale

Grikkaland

Finnland

Kýpros

 

Bólkur 3

Italia

Rumenia

Kosova

Georgia

 

Bólkur 4

Turkaland

Belgia

Estland

 

 

 

 

Hetta eru bólkarnir.

Føroyar fáa trupla mótstøðu í fyrsta partinum av HM-undankappingini