Føroyar eru besta boðið at hýsa oyggjaleikunum í 2029 (FM1)

(FM1) Tað eru tó tveir aðrir oyggjabólkur sum hava áhuga í at hýsa oyggjaleikunum í 2029

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

##med2##

Elin H. Joensen, ÍSF-forseti staðfestir, at Føroyar eru besta boðið uppá at hýsa oyggjaleikunum í 2029.

Tað kom fram á aðalfundinum hjá altjóða oyggjaleikasambandinum.

Tó eru tveir aðrir oyggjabólkar, ið hava hug at hýsa oyggjaleikunum í 2029. Minorka og Hetland ætla eisini at hýsa leikunum. Minorka hevur aldrin hýst oyggjaleikunum áður. Hetland hýsti leikunum í 2005.

Elin H. Joensen ásannar tó, at umstøðurnar hjá tennis, golf, skjóting og bogaskjóting mugu dagførast, men hon hevur vónir um, at tað fer at bera til.

Omanfyri ber til at hoyra eitt prát FM1 hevur gjørt við Elina H. Joensen. Samrøðan var tikin upp mikukvøldið og snýr seg eisini um avrikini higartil á oyggjaleikunum.

##med3##

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

(Samrøða: Elin H. Joensen)