Føroyar eru frammanfyri

U-17 hondbóltur: Tað gongur javnt á, og spenningurin er stórur í Gøteborg, har Føroyar og Ungarn í løtuni spæla

Í løtuni spæla Føroyar og Ungarn um rættin til í annaðkvøld at spæla finalu í europeisku U-17 hondbóltskappingini, sum í hesum døgum er í Gøteborg.

Hvør hálvleikur er 25 minuttir, og eftir fyrra hálvleik eru Føroyar frammanfyri 11-10.

Eina løtu var Ungarn frammanfyri 7-4. Eftir føroyskt timeout vendi gongdin. Føroyar svaraðu av álvara aftur, og støðan broyttist til 9-7 til Føroyar og so til hálvleiksstøðuna 11-10.

Umframt á FM!, har Hilmar Jan Hansen sigur frá, ber tað til at síggja dystin

https://www.ehftv.com/int/livestream/hungary-faroe-islands/1614659