Føroyar eru millum ídnastu gullvinnararnar

Sum vant er hørð kapping um heiðursmerkjatalið millum bretsku oyggjarnar og Føroyar

Eitt av teimum 14 føroysku gullmerkjunum. (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Eitt av teimum 14 føroysku gullmerkjunum. (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Eftir triðja dagin á oyggjaleikunum byrjar sama mynstri sum vanligt at tekna seg á heiðursmerkjayvirlitinum.

Føroyar kappast um flestu heiðursmerkini við tær bretsku oyggjarnar, Jersey, Guernsey, Isle of Wight og Isle of Man.

Føroyar hava vunnið triðflest gullheiðursmerki við sínum 14. Jersey og Isle of Man hava fingið ávikavist 15 og 16.

Samanlagt hava Jersey og Guernsey flest heiðursmerki. Kanaloyggjarnar báðar hava fingið 47 til samans - Føroyar hava fingið 31.

Sum vant er tað svimjingin í førur flestu heiðursmerkini til Føroya. 15 heiðursmerki eru svomin heim higartil - 8 av gulli.

Meðan føroyingar kunnu iðra seg um at heiðursmerkjahálini í eitt nú bogaskjóting og fimleiki ikki sloppu upp í part í ár, so er judo við fyri fyrstu ferð í tíggju ár. Og judoføroyingarnir hava takkað fyri við tíggju heiðursmerkjum - fýra av gulli.

Svimjing og judo leggjast afturat liðkappingini í skeetskjóting og triathlon hjá kvinnum á fyrsta degnum, og gera føroyska gullhálið til 14 higartil.

Fimm silvur eru eisini komin í hús. Tvær í svimjing, tvær í judo og ein í frælsum ítrotti.

Bronsumerkini eru 12 í tali. Tey eru komin í svimjing, judo, frælsum ítrotti og badminton.

 

 

Eitt av teimum 14 føroysku gullmerkjunum. (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)