Føroyar framdu enn eitt bragd og eru í finaluni

Fyri lítlari løtu síðani eydnaðist tað at vinna 22-20 ímóti Ungarn

Føroyska liðið fegnast eftir sigurin ímóti Ungarn og um dreymin, sum nú er veruleiki - Føroyar skulu í annaðkvøld spæla finalu ímóti vertunum í Svøríki. Mynd: hsf.fo

Føroyska liðið fegnast eftir sigurin ímóti Ungarn og um dreymin, sum nú er veruleiki - Føroyar skulu í annaðkvøld spæla finalu ímóti vertunum í Svøríki. Mynd: hsf.fo

Føroyar hava spælt seg í finaluna í European Open kappingini fyri U-17 landslið í manshondbólti. Hetta er ikki minni enn eitt bragd, sum sekstan føroyskir unglingar hava framt, nú teir hava vunnið ímóti enn einari europeiskari hondbóltstjóð við stoltari søgu.

Í síðsta dystinum, sum var seinnapartin ímóti Ungarn, var tað neyðugt hjá Føroyum í hvussu so er at vinna eitt stig.

Tað eydnaðist og meiri enn tað. Føroyingarnir vunnu 22-20 ímóti Ungarn eftir 11-10 í fyrra hálvleiki.

Eftir at føroyingar høvdu vent 4-7 til 9-7, vóru Føroyar mest sum alla tíðina á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Ungarn til 15-15, men føroyingarnir hildu høvdið púra kalt, og fram ímóti dystarenda vóru Føroyar frammanfyri við einum, tveimum og einaferð við trimum málum.

Hetta var sjeyndi dysturin, og fagnaðurin var øgiligur í stóru føroysku leguni í Gøteborg. Tað kókaði í høllini, har nógvir føroyskir áskoðarar vóru.

Pauli Jacobsen var aftur í dag framúr í málinum. Hann bjargaði átta ferðir. Stóri málskjúttin var aftur hesa ferð Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði tíggju mál.

Finalan verður ímóti Svøríki, sum seinnapartin og í avgerandi dystinum um finaluplássið vann ímóti Íslandi.

Finalan verður klokkan 19 føroyska tíð fríggjakvøldið, og tað fer aftur tá at bera til at hoyra Hilmar Jan Hansen siga frá á FM1.

Føroyska liðið fegnast eftir sigurin ímóti Ungarn og um dreymin, sum nú er veruleiki - Føroyar skulu í annaðkvøld spæla finalu ímóti vertunum í Svøríki. Mynd: hsf.fo