Føroyar-Grønland 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Bárð B. Mikkelsen, venjara, Steffan R. Olsen, Suna Juul Pedersen, Magnus Tausen og Jens Hera B. Mortensen, viðmerkjara seta orð á sigurin

Føroysku flogbóltsmennirnir komu væl frá landi við einum tryggum 3-0 sigri á Grønlandi

Føroysku flogbóltsmennirnir komu væl frá landi við einum tryggum 3-0 sigri á Grønlandi

##med2##

Føroyska manslandsliðið í flogbólti kom væl frá byrjan í EM-kappingini fyri smátjóðir í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

Føroyar vunnu tryggan 3-0 sigur á Grønlandi við settúrslitunum 25-16, 25-14, 25-18. Fyrr í dag vann Ísland 3-1 á Skotlandi við settúrslitunum 25-19, 22-25, 23-25, 22-25.

Skráin í morgin er hendan:

Kl. 16.00 Ísland - Grønland

Kl. 19.00 Skotland - Føroyar (FM1 sigur frá dystinum)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari. Hoyr Jens Hera taka samanum settini og dystin í síni heild.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara sum fegnast at verða komin frá byrjan við einum sigri.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Steffan R. Olsen.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin, Suna Juul Pedersen.

5) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum, Magnusi Tausen um kappingina og fyrireikingarnar rundanum kappingina. 

Føroysku flogbóltsmennirnir komu væl frá landi við einum tryggum 3-0 sigri á Grønlandi

(Føroyar-Grønland 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður við venjara, spælarar og formannin í FBF)