Føroyar hava vunnið 647 oyggjaleikaheiðursmerki síðani 1985

(OYL) Besta føroyska úrslitið vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá gjørdust Føroyar mest vinnandi tjóðin

Pál Joensen, ið her sæst aftaná oyggjaleikirnar á Álandi í 2009 vann millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki

Pál Joensen, ið her sæst aftaná oyggjaleikirnar á Álandi í 2009 vann millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki

Síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985 hava Føroyar vunnið 647 oyggjaleikaheiðursmerki.

Á teimum 17 oyggjaleikunum, ið hava verið higartil hava Føroyar vunnið 210 gullheiðursmerki, 200 silvurheiðursmerki og 237 bronsuheiðursmerki.

Besta føroyska úrslitið nakrantíð vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá vunnu Føroyar 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki.

Farnu oyggjaleikirnar í Gotlandi gjørdust Føroyar nummar tvey á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 30 gullheiðursmerki, 27 silvurheiðursmerki og 30 bronsuheiðursmerki.

Vánaligasta úrslitið í søguni vóru á fyrstu oyggjaleikunum á Oynni Man í 1985. Tá vunnu Føroyar bert tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. 

Pál Joensen vann millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki í svimjing. 

Pál Joensen, ið her sæst aftaná oyggjaleikirnar á Álandi í 2009 vann millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki