Føroyar hava vunnið fyri fyrstu ferð

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar vunnið undankappingardyst í HM í hondbólti

-øøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøøTað er fagnaður í føroysku hondbóltsleguni í Luksemborg. Føroyar hava í kvøld vunnið HM undankappingardyst í hondbólti. Tað hava Føroyar ongantíð áður megnað.

Fram til 1988 luttóku Føroyar í C HM kappingini. Síðani hevur tað verið langt millum dystirnar hjá Føroyum.

Men í kvøld er gott lag føroysku hondbóltsleguni. Føroyar vunnu 24 – 22 ímóti Luksemborg – í Luksemborg. Í gjár var um reppið, at tað eydnaðist at vinna stig ímóti Slovakia, sum at enda vann við einum máli.

Í dag løgdu Føroyar sera bragdliga fyri. Støðan var eina løtu 9-3, og tað sá út til, at talan fór at verða um sannførandi sigur. So vendi, og Luksemborg megnaði at vinna seg fram aftur á javnleik. Fitta løtu í seinna hálvleiki reið tað um snarið. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir var støðan 20 - 20, men síðstu tíggju minuttirnar vóru føroyingarnir teir drúgvaru og vunnu 24 - 22..

Ikki minst var tað, tí Niclas í málinum av álvara spílaði seg út.

Samrøður við fegnu føroysku spælararnar vera at síggja og hoyra her á in.fo um eina løtu.