Føroyar hava vunnið!!

Føroyar hava vunnið 24-22 á Luksemborg

Føroyskir leikarar og fjepparar vóru ovurfegnir eftir at tað á fyrsta sinni eydnaðist at vinna ein undankappingardyst til stóru endaspølini

Føroyskir leikarar og fjepparar vóru ovurfegnir eftir at tað á fyrsta sinni eydnaðist at vinna ein undankappingardyst til stóru endaspølini

Dystarfrásøgn frá seinna hálvleiki:

13-13 í 4. minutti

14-13 til Føroyar.

14-14 í 5 minutti.

Helgi Hildarson Hoydal fær brotskast í 5. minutti, og Kjartan setur hann trygt í málið til 15-14.

Rógvi Dal Christiansen fær brotskast í 7. minutti og Kjartan ger sum áður og økir til 16-14.

Luksemborg minkar um munin til 16-15.

Peter Krogh skorar til 17-15 í 9 minutti.

Peter Krogh skorar til 18-15 í 12 minutti og Luksemborg tekur time-out.

Kjartan Johansen til 19-16 í 14 minutti.

Pætur Thomsen til 20-16 í 15 minutti.

Luksemborg minkar til munin til 20-19 í 17. minutti og Føroyski venjarin, Sonni Larsen, tekur time-out.

Luksemborg javnar til 20-20 í 20. minutti.

Hilmar Leon Jacobsen til 21-20 í 21. minutti.

Rói Berg Hansen til 22-20 í 22. minutti.

Nicholas Satchwell stendur stinnur í føroyska málinum og tekur fleiri málroyndir.

Jónar Gunnarsson Djurhuus 23-20 í 27. minutti.

Luksemborg minkar um munin til 23-21 í 28 minutti.

Helgi Hoydal skorar 24-21 í 29. minutti.

Luksemborg minkar til 24-22 og so floytar dómarin.

 

 

Føroyskir leikarar og fjepparar vóru ovurfegnir eftir at tað á fyrsta sinni eydnaðist at vinna ein undankappingardyst til stóru endaspølini