Føroyar hótta av álvara Svøríki

U-17 finala: Føroyski málverjin er framúr, og eftir fyrra hálvleik er støðan 16 - 15 til Føroyar

Svøríki er fleirfaldur heimameistari í hondbólti, og U-17 landsliðið hevur fimm ferðir vunnið finaluna í hesi U-17 kappingini.

Føroyingar plaga at hyggja at, tá ið stóru og avgerandi dystirnir eru.

Í kvøld spæla Føroyar finalu í Skandinavium í Gøteborg, og nú fyrri hálvleikur er liðugur, so eru Føroyar frammanfyri.

Tað er satt: Føroyar eru frammanfyri 16 - 15 ímóti Svøríki.

Svøríki var frammanfyri 1-0 og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Svøríki frammanfyri við einum máli, tá ið Føroyar í eina lítla løtu runnu aftaná.

Annars hava Føroyar verið frammanfyri mest sum alla tíðina, og nú 30 minuttir eru farnir, eru Føroyar á odda 16-15.

Føroyski málverjin Pauli Jacobsen hevur verið heilt framúr. Hann hevur bjargað fleiri ferðir, tá ið mótstøðumenninir hava verið púra leysir.