Føroyar í bólk við Russland, Kekkia og Ukraina

Føroyar skulu spæla um EM-pláss ímóti sterkum tjóðum úr Eysturevropa

Føroyar vóna fleiri sigursmyndir eftir dystir ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia

Føroyar vóna fleiri sigursmyndir eftir dystir ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia

Í dag var trekt lut til undankappingina til EM í 2022, og Føroyar endaðu í bólki 3, har manslandsliðið skal royna seg ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia.

Liðini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og tvey tey fremstu spæla seg í endaspælið.

Triðfremsta liðið spælir seg í endaspælið, um úrtøkan er millum tær fýra bestu av teimum átta bólkunum.

Soleiðis var lutakastið:

Bólkur 1

Frakland

Belgia

Serbia

Grikkaland

Bólkur 2

Týskland

Bosnia

Eysturríki

Estland

Bólkur 3

Kekkia

Russland

Ukraina

Føroyar

Bólkur 4

Ísland

Portugal

Litava

Ísrael

Bólkur 5

Slovenia

Niðurlond

Pólland

Turkaland

Bólkur 6

Norra

Lettland

Hvítarussland

Italia

Bólkur 7

Danmark

Norðurmakedonia

Sveis

Finnland

Bólkur 8

Svøríki

Montenegro

Rumenia

Kosovo

Føroyar vóna fleiri sigursmyndir eftir dystir ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia