Føroyar í Evropa: Størsti dagurin í liðfótbólti

Europa League: Ongantíð hevur so nógv staðið upp á spæl, og ongantíð hevur eitt lið verið so nær bólkaspælinum

Í dag klokkan 19.30 skal KÍ spæla móti írska Dundalk FC á Dublin Arena í “Play-off” umfarinum í Europa League. Einki føroyskt lið er komið so langt í eini evropesiskari kapping sum KÍ í ár.

Vinnur KÍ í kvøld kemur liðið í bólkaspælið, har mótstøðuliðini telja AS Roma, Napoli, Leicester, Arsenal, Benfica, meðan feløg sum Tottenham, AC Milan og FCK spæla eins og KÍ skulu spæla um at koma í bólkaspælið.

Tað er ongin ivi um, at størsta fetið, sum føroyskur fótbóltur nakrantíð hevur tikið, var at melda seg í altjóða fótbólt síðast í 80 unum. Fyri kortum var 30 ára dagurin fyri fyrsta altjóða landsdystinum, sum vit vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona.

Tvey ár seinni luttóku føroysk feløg í altjóða fótbólti á fyrsta sinni. Táverandi meistaraliðið, KÍ, spældi móti Skonto Riga í Champions League og tapti samanlagt 6-1. Málskjútti hjá KÍ var Olgar Danielsen. Sama ár spælir B36 móti Avenir Beggen úr Luksemborg í Cup Winners Cup og tapur tepurt 2-1 samanlagt. Kári Reynheim skorar fyrsta føroyska málið í altjóða liðfótbólti.

Árið eftir er HB fyrsta liðið, sum kemur víðari í Evropa, men tað er tí at RAF Jelgava úr Lettlandi ikki fær lent í Føroyum til ásetta tíð. Í 1995 vinnur KÍ 3-2 á Maccabi Haifa á Svangaskarði í seinnu uppgerðini í Cup Winners Cup kappingini, eftir at ísraelska liðið hevur vunnið 3-0 í fyrra dystinum. Olgar Danielsen skorar sum tann fyrsti føroyski spælarin í Evropa hattrik.

Komandi árini hevur millum annað HB nøkur góð úrslit í UEFA Cup, har liðið í 1998 vinnur 2-0 á VPS Vaasa úr Finnlandi í fyrra dystinum á Tórsvølli, men tapur 4-0 á útivølli. Liðið megnar eisini 2-2 javnleik móti Grazer AK úr Eysturríki, men tapur samanlagt. Í Champions League fær HB 1-1 á heimavølli móti FC Haka, men tapur aftur útidystin.

Í 2005 brýtur B36 upp úr nýggjum, tá liðið vinnur seg víðari í UEFA Cup móti ÍBV úr Íslandi, og spælir upp við FC Midtjylland eftirfylgjandi. Í 2006 vinnur B36 3-0 á útivølli móti Birkirkara og kemur víðari í Champions League.

Vend kemur í

Síðani gongur drúgv tíð, har evropesiskur fótbóltur verður at kalla niðurraðfestur av føroyskum feløgum. Tað kemur vend í, tá Víkingur fyrst í 2013 kemur víðari í Europa League, og síðani í 2014 kemur tvær ferðir víðari við sigrum á Daugava Daugavpils úr Lettlandi og Tromsø IL úr Norra.

Seinnu árini hava styrkimetingarnar og leisturin hjá UEFA gjørt, at fleiri føroysk feløg eru komin víðari úr undanumfarinum. Í 2018 kom B36 tvær ferðir víðari og tað endurtók KÍ í 2019. Í ár skrivaði B36 søgu við at koma víðari tríggjar ferðir upp í slag í sama ár, meðan KÍ við umstøðunum er komið longri enn nakað lið nakrantíð, tó við einum skriviborðssigri og einum ósigri fyri Young Boys í Champions League, men kryddað við einum søguliga stórum 6-1 sigri á Dinamo Tbilisi.

Eitt frambrot

Í kvøld standa ikki bara 22 milliónir krónur upp á spæl, men ein eisini atgongd til ein pall, sum einki føroyskt lið nakrantíð hevur fingið at vísa seg fram á. Bólkaspælið í Europa League er ein risa pallur, sum annars bara landsliðið hevur fingið atgongd til í samband við undankappingina til HM og EM endaspølini.

Hetta er eitt frambrot fyri føroyskan fótbólt, og tað kemur ikki av ongum. Tað hevur verið lagt nógv fyri í KÍ seinnu árini, og liðið er væl stillað til at spæla í Evropa. Hetta hevur longu verið eitt summar við søguskriving í Evropa, nú er spurningurin um trøini veksa inn í himmalin?

Tað fáa vit at síggja klokkan 19.30 í kvøld. FM1 og In.fo beinleiðis frásøgn frá dystinum.