Hoyr hvussu B36 vann ein ótrúligan steypasigur (FM1)

(FM1) Hoyr hæddarpunktini frá ótrúligu grannafinaluni, ið B36 vann eftir brotssparkskapping. Tróndur Arge segði frá

Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá B36 vann ein ótrúligan steypasigur ímóti HB við níggju ímóti 11 monnum í 35 minuttir av vanligu og longdu leiktíðini

Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá B36 vann ein ótrúligan steypasigur ímóti HB við níggju ímóti 11 monnum í 35 minuttir av vanligu og longdu leiktíðini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hæddarpunktini frá ógloymandi steypafinaluni millum B36 og HB, ið B36 vann 7-6 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Tróndur Arge segði frá dystinum á FM1, og Teitur Joensen var ein hollur viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

B36 spældi níggju ímóti 11 monnum í 35 minuttir í vanligu og longdu leiktíðini, og tað ger sigurin eyka minniligan.


B36 - HB 2-2 (1-1) eftir longda leiktíð

 

0-1: Tróndur Jensen

1-1: Odmar Færø br

1-2: Adrian Justinussen

2-2: Hannes Agnarsson

Brotssparkskapping

2-3: Lasse Andersen

3-3: Odmar Færø

3-4: Magnus Egilsson

4-4: Alex Mellemgaard

4-4: John Frederiksen kiksar

5-4: Meinhard E. Olsen

5-5: Adrian Justinussen

6-5: Erlendur Magnusson

6-6: Dan í Soylu

7-6: Róaldur Jakobsen

 

3221 áskoðarar

 

 

HERber til at hoyra prát við mangar fegnar B36-arar, steypahandanina og samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Teiti Joensen. Tróndur og Petur Asbjørn Lervig gjørdu samrøðurnar.