Føroyar-Ísland 3-1: Hoyr avgerandi bóltarnar og steypahandanina (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Føroyar vunnu silvur í EM-kappingini í mansflogbólti fyri smátjóðir

Føroyska mansflogbólti vann frálíkan 3-1 sigur á Íslandi, men alt ov stóri 1-3 ósigurin móti Skotlandi ígjár kostaði gullið í EM-kappingini fyri smátjóðir

Føroyska mansflogbólti vann frálíkan 3-1 sigur á Íslandi, men alt ov stóri 1-3 ósigurin móti Skotlandi ígjár kostaði gullið í EM-kappingini fyri smátjóðir

##med2##

Við 3-1-sigrinum á Íslandi í EM-kappingini í mansflogbólti fyri smátjóðir í høllini á Hálsi í Havn vunnu Føroyar fyrr í dag silvur, meðan Skotland, sum seinastu settini í dag vóru millum dyggastu føroysku stuðlarnar í høllini, vann gull. Ísland bleiv nummar trý og Grønland nummar fýra. Høvdu Føroyar tapt 2-3 móti Skotlandi ígjár ístaðinfyri 1-3 høvdu Føroyar vunnið kappingina við sjey stigum.

Nú endaðu Skotland, Føroyar og Ísland øll á seks stigum og settmuninum 7-4, men skotar hava flest vunnar bóltar og fara tí við gullinum.

Føroyar - Ísland 3-1 (25-22, 21-25, 25-22, 25-22)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum settini, og tók samanum dystin og kappingina.

2) Hoyr Magnus Tausen, formann í Flogbóltssambandi Føroya handa áminningar og steyp til bronsuvinnararnar, Ísland, silvurvinnararnar, Føroyar og gullvinnararnar, Skotland. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Juul Pedersen, liðskipara, Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjara og Magnus Tausen, formann í FBF.

Føroyska mansflogbólti vann frálíkan 3-1 sigur á Íslandi, men alt ov stóri 1-3 ósigurin móti Skotlandi ígjár kostaði gullið í EM-kappingini fyri smátjóðir

(Føroyar-Ísland 3-1: Hoyr avgerandi bóltarnar og handanina av áminngum og steypum aftaná lokna kapping)