Føroyar, Ísrael og Finnland

Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ísrael og Finnlandi til EM-undan-undan-kappingina. Føroyar vann eisini fyrsta rætt at hýsa kappingini

Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk saman við Ísrael og Finnlandi til EM-undan-undan-kappingina. Føroyar vann eisini fyrsta rætt at hýsa kappingini, skrivar Hondbóltssambandið.

Kappingin verður vikuskiftið 4. til 6. juni. Vinnarin úr hvørjum bólki kemur víðari til EM-undankappingina, har liðini sum eru hægri styrkismett bíða.

Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur A: Portugal, Kosovo, Luksemborg, Kýpros

Bólkur B: Grikkaland, Italia, Bosnia Hersegovina, Lettland

Bólkur  C: Føroyar, Ísrael, Finnland