Føroyar kappast í níggju av 11 svimjifinalum í kvøld

Síggj yvirlit yvir finalurnar Føroyar kappast í. KVF stroymir svimjifinalurnar beinleiðis á kvf.fo

Savnsmynd: svimjing.com

Savnsmynd: svimjing.com

Svimjingin hevur mangan verið Føroyum góð á oyggjaleikunum, og vónir eru um, at tað verður hon aftur hesaferð.

Føroyar eru umboðaðar í níggju av 11 svimjifinalum í kvøld.

Finalurnar við føroyskari luttøku eru hesar:

4 x 50 m frí: Føroyar

4 x 50 m blandað: Føroyar

400 m blandað: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Rebekka Trygvadóttir

200 m blandað: Alvi Hjelm og Bartal E. Eidesgaard

1500 metrar frí: Johan N. Dam og Óli Mortensen

200 m firvald: Óli Mortensen

100 m bringa: Róland Toftum og Rókur Trygvason

50 m rygg: Róland Toftum

200 m frí: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard

KVF stroymir svimjifinalurnar beinleiðis á kvf.fo. Solby Christiansdóttir verður frásøgukvinna.

 

 

Savnsmynd: svimjing.com