Føroyar-Kekkia á FM1 frá klokkan 19.30 mikukvøldið

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá, og Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina Føroyar-Kekkia

Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari, tá Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia í annaðkvøld klokkan 20 (Savnsmynd)

Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari, tá Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia í annaðkvøld klokkan 20 (Savnsmynd)

Mikukvøldið klokkan 20 sigur FM1 beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia, ið verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.

Dysturin verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Frásøgumaður hjá FM1 verður Sjúrður H. Hoydal. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður gamla Kyndilskempan, Hjalti Mohr Jacobsen.

Sendingin á FM1 byrjar klokkan 19.30.

Ljóðsamrøður við umboð fyri føroyska landsliðshópin koma út á in.fo aftaná dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra FM1  HER

Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari, tá Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia í annaðkvøld klokkan 20 (Savnsmynd)