Føroyar kendu ikki sína vitjunartíð

Hóast Noreg avgjørt var at tosa við, so eru gestirnir á veg av landinum við 2-0 sigri

Tað var stólpi út hjá føroyingum, og tað var stólpi inn hjá norðmonnum, sum væl nøgdir og lættir um hjartað eru á veg til hús við 2-0 sigri.

Avgerðin fall fyrsta korterið eftir steðgin, tá ið føroyska liðið ikki var so á tærnum, sum føroysku spælararnir vóru í fyrra hálvleiki og síðsta hálva tíman.

Hugburðurin var, sum hann hevur verið, tá ið føroyska liðið hevur megnað bestu avrikini, og føroyska liðið spældi seg til nógvar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin inn um strikuna.

Eftir horna úr høgru frá innskifta Árna Frederiksberg og stútara hjá Odmar Færø brast bólturin í handara stólpan. Klæmint A. Olsen var um reppið, at stýra returbóltin í málið, men hann varð hildin niðri og vildi halda, at talan var um brotsspark, men tað metti dómarin ikki.

Klæmint A. Olsen hevði fínan stútara í fyrra hálvleiki eftir innlegg úr høgru, og tað var eisini eftir innlegg úr høgru, at liðformaðurin Atli Gregersen var púra leysur mitt fyri, tá ið hann royndi seg við stútara.

Tveir minuttir eftir steðgin stútaði Bjørn Johnsen til 1-0, og seks minuttir undan leikloki var hann aftur á rætta stað og í røttu løtu, tá ið hann eftir innlegg úr høgru staðfesti 2-0 sigurin.

Brandur Hendriksson Olssen og Hallur Hansson stýrdu føroyska samanspælinum, Gilli Rólantsson var eyðsýndur í gjøgnumbrotum í høgru, har Sølvi Vatnhamar bjóðaði seg væl fram, og soleiðis var tað eisini hjá Viljormi Davidsen í vinstru.

-Vit vístu norðmonnum, at vit væl megna at vera við, og vit eru ógvuliga harmir. Vit vildu fegnir, og vit høvdu møguleikarnar, men vit megnaðu ikki at fáa úrtøku úr mongu møguleikarnar, sum vit høvdu, sigur liðformaðurin hjá føroyingum Atli Gregersen.

-Vit høvdu fleiri møguleikar enn mótstøðuliðið, men sum so mangan megnaðu vit ikki at vinna úrtøku. Fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin sóu vit troyttir út, og tað kostaði mál og sigurin, staðfestir føroyski venjarin Lars Olsen.

-Úti á vøllinum var okkara avrik á hædd við teirra. Soleiðis var tað eisini í løtum ímóti Spania, og tað fegnast vit um, men vit megna ikki at fáa mál, tá ið vit vinna møguleikarnar, harmast Lars Olsen.

-Eg havi stóra virðing fyri arbeiðnum, sum Lars Olsen hevur gjørt í Føroyum. Liðið hjá honum er væl skipað í verju, og í kvøld spældu Føroyar seg til fleiri málmøguleikar. Føroyar kundu havt javnað til 1-1, men tá ið vit taka allan dystin sum eina heild, so haldi eg, at vit vóru betri og høvdu sigurin uppibornan, sigur norski venjarin Lars Lagerbäck.

 https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/

 

Føroyar - Noreg 0-2 (0-0)

0-1: Bjørn Maars Johnsen 49.

0-2: Bjørn Maars Johnsen 83.

Føroyar: Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson - Sølvi Vatnhamar (Árni Frederiksberg, 69.), Hallur Hansson, René S. Joensen (Heini Vatnsdal, 84.) - Klæmint A. Olsen (Patrik Johannesen, 89.)

Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard E. Olsen, Andrias H. Eriksen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð

Gult kort: Rógvi Baldvinsson, Gilli Rólantsson

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Noreg: André Hansen - Omar Elabdellaoui, Håvard Nordtveit, Kristoffer Ajer, Haitam Aleesami - Martin Ødegaard, Sander Berge, Ole Selnæs (Fredrik Midtsjø, 81.), Markus Henriksen (Stefan Johansen, 72.) - Bjørn Maars Johnsen, Tarik Elyounoussi (Ola Kamara, 58.)

Venjari: Lars Lagerbäck