Føroyar løgdu heimsstjørnurnar uppá lærið

U17 finala í European Open: Svøríki varð á heimavølli eyðmýkt, tá ið føroysku unglingarnir smurdu heimaliðið av við 36 – 29.

Føroysku U17-dreingirnir lyfta steypið eftir gullið í European Open (Mynd: Harald Bjørgivin)

Føroysku U17-dreingirnir lyfta steypið eftir gullið í European Open (Mynd: Harald Bjørgivin)

Tað er veruleiki og ikki fakenews. Føroyar hava í kvøld útinnt eitt tað størsta bragdið nakrantíð í altjóða hondbólti, og Føroyar hava í kvøld framt eitt tað størsta ítróttarliga bargdið nakrantíð.

Í Skandinavium í Gøteborg og við 5870 eygnavitnum í høllini og við einari rúgvu av føroyingum í Føroyum og kring allan heimin, ið hava stroymað sum eygnavitni, hava Føroyar vunnið finaluna í European Open.

Mótstøðuliðið var Svøríki, og svensku vertirnir løgdu rygg til 36 - 29 tap. Eftir fyrra hálvleik var 16 - 15 til Føroyar.

Føroyska liðið framdi óhoyrt avrik. Sjálvsálitið var í toppi, og hugburðurin so framúr, at tað eru ikki orð fyri tí.

Pauli Jacobsen í føroyska málinum var heilt fantastiskur og bjargaði fimtan ferðir. Hugburðurin í bæði verju og álopi var framúr, sjálvsálitið var stórt, og í fínum liðavriki var Elias Ellefsen á Skipagøtu stóra stjørnan. Ikki bara á føroyska liðnum, men millum allar spælararnar – føroyingar og sviar. Hann var toppskjútti við ellivu málum og gjørdi mest sum tað, ið hann vildi.

Føroyar vóru frammanfyri 30 – 25, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Sviar vóru trongdir, tóku í seinna hálvleiki tvær ferðir timeout og tosaðu og leitaðu eftir loysnum, meðan tað lýsti av teimum, at sjálvsálitið var heilt burtur.

Føroysku spælararnir vóru púra ísakaldir og tilvitaðir um, hvør teirra setningur var – bæðí í álopi og verju, og nakrar minuttir undan leikloki vóru Føroyar frammanfyri við níggju málum.

Tá ið fronsku dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð vísti talvan 36 - 29, og føroysku spælararnir fegnaðust saman við sínum áskoðarum og teimum, ið vóru neutralir, og tað var ikki frítt, at svensku áskoðararnir fagnaðu føroysku spælarunum og føroyska liðnum, sum megnaði at vinna fyrstu ferð, tá ið føroyingar vóru í hesi finaluni.

 

Føroyska liðið: Pauli Jacobsen, Brandur Silvurstein, Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson, Viktor Gaini, Ovi Lútzen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus, Sakir Tróndarson Frýdal, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Kristoffur Bjørgvin, Baldur Gillason, Brian Slyne, Ragnar Karlsson og Bogi Hansen

Málskjúttar

Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Pauli Mittún 6

Janus Dam Djurhuus 6
Hákun West av Teigum 4
Viktor Gaini 3
Sveinur Olafsson 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1

Føroysku U17-dreingirnir lyfta steypið eftir gullið í European Open (Mynd: Harald Bjørgivin)