Føroyar - Montenegro í dag klokkan 18.30 - Beinleiðis á FM1 og við undansending klokkan 17.30

Skal alt aftur hesaferð ganga upp í eina hægri eind, ella endar tað við at styrkismunurin verður ov stórur? Ári Rúnason, ungdómsleikari, sigur sína hugsan

Føroyar stóðu sera væl saman seinast mótstøðan at Montenegro

Føroyar stóðu sera væl saman seinast mótstøðan at Montenegro

 

Føroyar og Montenegro skulu í eldin í kvøld kl 18:30, dysturin verður spældur í Farum Arena. Miðlahúsið og FM1 eru á staðnum, og FM1 hevur undansending frá klokkan 17.30 áðrenn beinleiðis frásøgnin byrjar á leið 18.20

 

Ári Rúnason, ungdómsleikari og tíðindafólk hjá Miðlahúsinum sigur soleiðis:

Hetta endaspælið hevur um ikki annað verið ótrúliga mennandi fyri føroyska liðið og føroyskan hondbólt sum heild. Vit hava sæð føroyska liðið verið uppi at ringja, og vit hava  sæð føroyska liðið verið útstillað av leikarum av ovastu rók.

Tað týdningarmiklasta, ið ein tjóð sum Føroyar kann taka við sær frá slíkari undankapping, er prógvið uppá at vit kunnu, vit kunnu forstýra og vit kunnu skapa úrslit.

Føroyskur hondbóltur hevur eina rúgvu av leikarum áveg, ið vit fara at síggja næstu árini, hetta liðið, er bert byrjanin.

Umstøðurnar eru sjálvandi ein stórur trupuleiki, um vit skulu gera okkum galdandi í altjóða høpi. Føroyska liðið hevur í øllum førum ikki mynda umstøðurnar, teir hava hugt eftir sær sjálvum og serliga í Montenegro gjørdi liðið okkum stolt. Nú møtir føroyska liðið somu mótstøðu í síðsta heimadysti í hesi undankapping. Vit spæla fyri at sleppa frá at spæla undankapping til undankappingina næstu fer, og Montenegro spælir fyri EM. 

 

Latið okkum enda hesa óvanligu undankappingina uppá ein jaligan hátt. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til dystin, og hava arbeitt við at loysa 5-1 verjuna hjá Montonegro, ið vísti seg at vera trupul at loysa seinast. Tað var ein frægd at síggja dystin í Montonegro, ikki bara tí at vit kundi spæla upp við eini góðari hondbóltstjóð, men hondbólturin ið var vístir, var kanska tann vakrasti eitt føroyskt lið hevur havt at bjóða uppá.

Latið okkum standa saman til ein síðsta heimadyst á danskari jørð í hesari atløguni, og vóna at tann rætti hondbóltsloðin tendrar aftur í kvøld, og at vit saman raka eina hægri eind.

Góðan dyst til øll kl 18:30 á FM 1.

Føroyar stóðu sera væl saman seinast mótstøðan at Montenegro