Føroyar mugu bíða minst 10 ár

Oyggjaleikanevndin hevur nú valt vertsoyggjar til leikirnar í 2025 og 2027

Altjóða oyggjaleikanevndin hevði fund í sambandi við Oyggjaleikirnar í Gibraltar. Á hesum fundi varð millum annað avgjørt, hvørjar oyggjar standa fremst í køini at hýsa komandi leikum.


Oyggjaleikanevndin avgjørdi, at Inys Môn er fyrsta uppskot at hýsa Oyggjaleikunum í 2025, og Isle of Man er fyrsta uppskot at hava leikirnar í 2027. Nú skulu nærri kanningar gerast av vertsskapunum hjá hesum oyggjum, og teir skulu seinni váttast av Oyggjaleikanevndini.

Frammanundan er greitt, at næstu Oyggjaleikir verða á Guersney í 2021, og síðani verður Orkney vertur fyri leikirnar í 2023.

Føroyar stóðu til at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, men vertsskapurin var av ongum, tí allar neyðugar kappingarumstøður ikki vóru til staðar. Nú kunnu Føroyar í fyrsta lagi fáa vertsskapin í 2029. Oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989.