Føroyar neyvan á heimavølli í sterkum HM-bólki

Fyrstu mótstøðuliðini á vegnum til HM eru Hvítarussland og Sveis

Seinast Føroyar luttóku í HM-undankapping kundu tær føroysku fegnast um sannførandi sigur á favorittunum úr Litava

Seinast Føroyar luttóku í HM-undankapping kundu tær føroysku fegnast um sannførandi sigur á favorittunum úr Litava

Lutakast hevur júst verið til fyrsta stigið av undankappingini til HM í kvinnuhondbólti í 2021.

Føroyar skulu dystast við Sveis og Hvítarussland eitt vikuskifti í heyst. Tvey tey ovaru liðini sleppa víðari til næsta stigið, har uppaftur sterkari tjóðir standa fyri skotum.

Sí eisini: Spennandi HM-lutakast í dag

Føroyar fingu sterka mótstøðu, við at draga Hvítarussland úr styrkisbólki 1 og Sveis úr styrkisbólki 2. Eftir at bólkarnir vóru drignir, var spenningur um, hvør fór at fáa fyriskipanarrættin til dystirnar, sum skulu avgreiðast á einum stað eitt vikuskiftið í heyst. Tað lutakastið hættaði seg soleiðis, at liðini í rað (styrkisbólki) 4 fingu fyrsta rætt at skipa fyri, harnæst fall rætturin til rað 1, og heilt at enda rað 3, har Føroyar vóru.

Tað vil siga, at um dystirnir skulu vera í Føroyum, skulu fyrst Hvítarussland síðani Sveis geva rættin frá sær.

Dystirnir kunnu annaðhvørt leikast í vikuskiftinum 27-29. november ella 4-6. desember.

Skulu næstan bara gera sum seinast

Seinastu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið luttók í slíkari undankapping, kom eitt sera gott úrslit og eitt heldur keðiligt. Tað var í Sveis í desember 2018, at føroyska liðið byrjaði við ósigri ímóti einum lítið sannførandi finskum liði.

Men dagin eftir fingu føroysku kvinnurnar uppreisn, við at vinna tryggan og sannførandi 25-21 sigur á Litava, ið vóru risastórir favorittar henda dagin.

Tað rakk ikki til víðari luttøku, tá ið vertstjóðin Sveis var ov sterk í verjuni, vann 23-19, og sendu Føroyar á triðja plássið. Jøvn í stigum við Finnland og Litava, sum stjól næstfremsta plássið við stórsigri á Finnlandi.

Tá slapp bert fremsta liðið í bólkinum víðari, men í hópinum var kortini iðran, Tá leikararnir kendu seg í minsta lagið hava dygdirnar til næstfremsta plássið í bólkinum. Tað kunnu tær so leggja seg eftir aftur hesaferð, og hóskandi koppa Sveis sum tøkk fyri seinast.

Bólkur 1

Slovakia, Ukraina, Ísrael, Luksemborg

Bólkur 2

Norðurmakedónia, Ísland, Litava, Grikkaland

Bólkur 3

Turkaland, Portugal, Finnland

Bólkur 4

Eysturríki, Italia, Kosovo:

Bólkur 5

Hvítarussland, Sveis, Føroyar

 

 

Seinast Føroyar luttóku í HM-undankapping kundu tær føroysku fegnast um sannførandi sigur á favorittunum úr Litava