Føroyar-Skotland 1-3: Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Bjarka Enni, Trygva Hansen, Thorvald Danielsen, Ragnar í Haraldsstovu, hjálparvenjara og Jens Hera B. Mortensen, viðmerkjara seta orð á vónbrotið

Suni Juul Pedersen og hinir á flogbóltslandsliðnum taptu 1-3 móti Skotlandi í EM-kappingini fyri smátjóðir

Suni Juul Pedersen og hinir á flogbóltslandsliðnum taptu 1-3 móti Skotlandi í EM-kappingini fyri smátjóðir

##med2##

Føroyska manslandsliðið var fyri súrum tapi móti Skotlandi í øðrum dystinum í EM-kappingini fyri smátjóðir, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn í hesum døgum.

Føroyar taptu 1-3. Settmunurin var 22-25, 20-25, 30-28 og 22-25.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen og viðmerkjarin, Jens Heri Bolstad Mortensen iðra seg serliga um fyrsta og fjórða settið, har Føroyar kundu og burdu fingið meir burturúr.

Fyrr í dag vann Ísland 3-0 á Grønlandi (26-24, 25-21, 25-20). Ísland hevur seks stig og settmunin 6-1. Føroyar hava trý stig og settmunin 4-3, Skotland hevur trý stig og settmunin 4-4. Grønland hevur einki stig og settmunin 0-6. 

Føroyar mugu vinna 3-0 á Íslandi í dystinum sum byrjar klokkan 17 í morgin, um Føroyar skulu vinna EM-kappingina fyri smátjóðir. Klokkan 14 spæla Skotland og Grønland. Tey flogbóltskønu vænta ein greiðan skotskan sigur har. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari og tók samanum hvørt sett og tók eisini væl og virðiliga samanum allan dystin. Frásøgnin av avgerandi bóltunum í triðja setti var framúr hjá Óla og Jens Hera.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bjarka Enni.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Trygva Hansen.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen

5) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við hjálparvenjaran, Ragnar í Haraldsstovu. 

Bjarki, Trygvi, Thorvald og Ragnar vóru allir harmir um súra tapið, og teir lova allir eitt betri avrik í dystinum móti Íslandi í morgin.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ísland á FM1 í morgin. Sendingin byrjar klokkan 16.45. Jens Heri Bolstad Mortensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

 

 

Suni Juul Pedersen og hinir á flogbóltslandsliðnum taptu 1-3 móti Skotlandi í EM-kappingini fyri smátjóðir

(Avgerandi bóltarnir og samrøður við: Bjarka Enni, Trygva Hansen, Thorvald Danielsen, Ragnar í Haraldsstovu og Jens Hera B. Mortensen)