Føroyar spæla ímóti heimsstjørnum fríggjadagin

Litavska hondbóltslandsliðið hevur serliga tveir leikarar í heimsflokki - Sí frágreiðing og video

Aidenas Malašinskas bjóðar norsku heimsstjørnuni, Bjarte Myrhol, av í undankappingardysti í 2016. Malašinskas skjýtur tá sjey mál í skelkandi sigri á Norra.

Aidenas Malašinskas bjóðar norsku heimsstjørnuni, Bjarte Myrhol, av í undankappingardysti í 2016. Malašinskas skjýtur tá sjey mál í skelkandi sigri á Norra.

HM-undankapping í Luksemborg (Allir dystir beinleiðis á FM1)

Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava

Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia

Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg

Serliga dysturin fríggjadagin ímóti Litava kann gerast føroyingunum trupul. Við eitt sindur meira hepni høvdu Litavar verið í Norra ella Svøríki til EM-endaspælið í løtuni. Litava spældi javnt við Portugal á útivølli og tapti við einum heima, og so fór Portugal til EM, meðan Litava skal royna seg ímóti Føroyum.

 

- Serliga Litava er eitt sera gott lið, sum kanska minnir eitt sindur um Montenegro. Men eg haldi at Litava er enn betri, sigur Sonni Larsen við Vikuskiftissosialin og greiðir frá, at litavska liðið er betri samanspælt enn Montenegro.

Seinastu árini hevur Litava eitt nú vunnið á Norra og fyri tveimum árum síðani var tað eisini um reppið, at Litava slapp til HM. Tá skakaði Litava íslendingar, sum bert fingu javnleik á útivølli í Kaunas. Heima í Reykjavík vísti Litava eisini styrki, men stóru íslendsku stjørnurnar, Guðjón Valur Sigurðsson og Aron Pálmarsson gjørdu munin, og tryggjaðu Íslandi ein sigur upp á trý mál – men Litava hevði nú av álvara meldað seg inn í hondbóltsheimin.

Stóra stjørnan á litavska landsliðnum er spælskiparin, Aidenas Malašinskas. Hann gjørdi nakað um seg í sponskum hondbólti fyri tíggju árum síðani, og hevur seinastu fimm árini spælt við ukrainska stórfelagnum, Motor Zaparozhye, har hann hevur sligið navnið hjá sær fast ovarliga á toppskjúttalistanum seinastu árini. Hann hevur eitt nú skotið 42 mál higartil í ársins kapping.

##med2##

Føroyska landsliðið – og serliga venjarahópurin – kenna væl til Motor Zaparozhye, har nógvir á ukrainska landsliðnum spæla. Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, segði eisini við Ítrottarsosialin mánadagin, at nógvar av fyrireikingunum snúgva seg um at steðga júst Malašinskas. Litavski lyklaleikarin er nú vorðin 33 ára gamal, og hann ætlar ikki at lata Føroyum steðga sær í at endiliga sleppa til eitt endaspæl.

Hitt stóra navnið í hópinum er Jonas Truchanovicius. 26 ára gamli vinstri bakkurin gjørdist brádliga heimskendur, tá ið hann var ein av avgerandi leikarunum, tá ið Montpellier púra óvæntað vann Champions League í 2018.

Niðanfyri sæst eitt nú eitt lítið brot frá júst tí kappingini, tá ið Jonas Truchanovicius var púra avgerandi fyri at Montpellier koppaði stórvaforittunum úr Barcelona, og Truchanovicius var valdur besti vinstri bakkur tað umfarið.

##med3##

##med4##

Aidenas Malašinskas bjóðar norsku heimsstjørnuni, Bjarte Myrhol, av í undankappingardysti í 2016. Malašinskas skjýtur tá sjey mál í skelkandi sigri á Norra.

Aidenas Malasinskas var enn einaferð í Serflokki, tá ið Litava skakaði Portugal, sum kortini endaði við at fara víðari til EM-endaspælið

Best 7 | Last 16 | 1 Leg | VELUX EHF Champions League 2017/18

Jonas Truchanovicius í samrøðu við svensku Handboldskanalen eftir at hann gjørdist fyrsti litavski vinnarin av Champions League