Føroyar-Sveis, ÍF-07 Vestur og NSÍ-EB/Streymur á FM1 leygardagin

HM-undanundankappingardysturin millum Føroyar og Sveis byrjar klokkan 13. Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 15 og dysturin í Runavík byrjar klokkan 16

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og EB/Streym, ið verður spældur við Løkin í Runavík

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og EB/Streym, ið verður spældur við Løkin í Runavík

Í morgin leygardagin verður ein stórur ítróttarfrásøgudagur á FM1.

Byrjað verður klokkan 12.50 við beinleiðis studiofrásøgn av HM-undanundankappingardystinum í hondbólti millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Sveis. Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal, og viðmerkjarar verða Turið Arge Samuelsen og Bára Krossteig Hansen hjá Kyndli, ið ikki eru við landsliðnum hesaferð.

Klokkan 15 fer Petur Asbjørn Lervig at siga beinleiðis frá Betrideildardystinum millum ÍF og 07 Vestur, ið verður spældur í Fløtugerði í Fuglafirði.

Klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga beinleiðis frá Betrideildardystinum millum NSÍ og EB/Streym, ið verður spældur við Løkin í Runavík.

Fylgt verður við í gongdini í dystunum B36-B68, ið byrjar klokkan 15, og TB-KÍ sum byrjar klokkan 16. Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður prátað við m.a. Sjúrð Jacobsen, hjálparvenjara hjá KÍ, Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68 og Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36. 

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum Betrideildardystunum. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

 

 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og EB/Streym, ið verður spældur við Løkin í Runavík