Føroyar tapa tepurt móti einum av heimsins bestu

Føroysku kvinnurnar hava júst tapt 25-20 ímóti Rumenia.

Føroysku kvinnurnar tóku í kvøld ímóti Rumenia, ið verður mett at vera millum fýra tey sterkastu kvinnulandsliðini í heiminum. Ongin ivi var um undan dystinum, at Føroyar fór at fáa tað trupult, tá rumenska landsliðið kom á vitjan, men føroysku kvinnurnar góvu ikki skarvin yvir uttan dyst.

Rumenska landsliðið kom væl frá byrjan, og spældu væl og skjótt fyrstu 10 minuttirnar, men eftir hetta tók Føroyar yvir og vísti nøkur væl gjøgnumspæld álop, við nøkrum fínum gjøgnubrotum. Men serliga var tað verjuparturin, ið skaraði framúr í fyrra hálvleiki, Føroyska liðið megnaði at ørkymla rumenska álopsspælið og fóru eisini til hálvleiks við eini teprari leiðslu. 12-11 var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki dragnaðu Føroyar tó, bæði í verju og álopi, og tað var føroyska málverjanum Anniku Petersen at takka, at rumenska leiðslan ikki bleiv størri. Rumenska leikferðin var eisini ein heilt onnur í seinna hálvleiki, og føroysku kvinnurnar høvdu trupult við at fylgja við. Endaliga úrslitið gjørdist, at Føroyar tapti 25-20 móti Rumenia, men vit kunnu vera stolt av einum framúr avriki ímóti einum landsliði í serflokki.

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:

Maria Weyhe 5 mál, Súna Krossteig Hansen 5 mál, Marianna Geirsdóttir Eystberg 4 mál, Durita Jojic 2 mál, Turid Arge 1 mál, Kristianna Joensen 1 mál, Pernille Brandenburg 1 mál, Marita Mortensen 1 mál.